Lord Stern um hitabroytingar: Støðan nógv verri enn áður mett
Lord Stern, búskaparfrøðingur, ið hevur skrivað eina týðandi og sera virda frágreiðing um búskaparligu avleiðingarnar av veðurlagsbroytingum, sigur nú á veðurlagsfundinum í Keypmannahavn í hesum døgum, at hann hevur undirmett vandarnar sum standast av hitabroytingunum og avleiðingunum av hesum.
Umframt at vísa á vandan við at jørðin verður 3°C heitari ella meira, og at hetta er eindømi fleiri milliónir av árum aftureftir, so væntar Stern eisini, eins og James Lovelock, at stórur partur av Suðureuropa fer at líkjast Sahara.
Kostnaðurin fyri einki at gera
Stern skrivaði í 2006 eina frágreiðing sum greiddi frá prísinum av onki at gera við veðurlagsbroytingarnar. Tá metti hann at tað fór at kosta heiminum 20% av bruttoúrtøkuni, ella ein fimtingur av øllum heimsins ríkidømi.
Nú hevur hann endurskoðað hesa meting og sigur, at kostnaðurin verður ið hvussu er helvtina meira, ella ein triðingur av heimsins ríkidømi, og harumframt verður neyðugt at hvør einstakur minkar um sína nýtslu.