Granskingin dumpað?
Fyri rúmari tíð síðani kunngjørdi fráfarni aðalstjórin í mentamálaráðnum Peter Petersen, at avtalan um at Føroyar kundu luttaka í 7. rammuavtaluni innan gransking hjá ES var komin undir land. Hetta vísti seg tíverri ikki at vera rætt.
Síðani tá hevur fyrrverandi landsstýrismaðurin í mentamálum Jógvan á Lakjuni havt spurningin frammi á politiskum støði, og politisk semja tykist vera um, at Føroyar skulu luttaka, har er tó eitt stórt men, og tað snýr seg um gjaldið.
Grundarlagið undir rammuavtaluni er, at øll londini gjalda sín part, og síðani søkja øll londini á jøvnum føti, og tey við teimum bestu verkætlanunum fáa so verkætlanarpengar. Hava føroyingar góðar granskarar og góðar umstøður, so kunnu vit møgliga fáa fleiri pengar aftur til landið, enn teir vit lata. Men eydnast ikki at fáa verkætlanir góðkendar, so kostar luttøkan avtalaða gjaldið.
Fráfarna landsstýriskvinnan í mentamálum Kristina Háfoss væntaði í juli mánaði heilt víst, at málið um at gerast partur av 7. rammuavtaluni innan gransking hjá ES fór at verða samtykt í løgtinginum, og eisini væntaði hon, at viljin fór at síggjast aftur á fíggjarlógini fyri 2009, tá vit skuldu síggja umleið 3,7 mió kr. játtaðar.
Sambært Vinnuvitan frá 8. juli 2008 skuldi løgtingið samstundis sum tey samtykkja avtaluna eisini binda seg til at gjalda 19 mió. kr. í fimm ár., ella 3,8 mió. kr. árliga.
Í somu grein í Vinnuvitan verður nevnt málið um SeWave, sum hevur møguleika fyri at fáa ES fígging, um Føroyar vilja gjalda sín part, sum er góðar níggju mió. kr.
Fíggjarlógin fyri 2009 skuldi brúkast sum metingargrundarlag fyri, hvørt føroyingar hava rættan granskingarmentalitet. Staðin roynd var, at pengar verða játtaðir til gransking. Havi kagað í fíggjarlógaruppskotið fyri 2009, og má siga sum er, at eg finni onga broyting aðra enn, at ein granskingarkjarni innan fiskivinnubúskap skal setast á stovn fyri 1 mió. kr. Granskingargrunnurin skal hava somu upphædd sum hann plagar. Onki sæst til ES rammuavtaluna, og SeWave skal fáa 300.000 kr. (í mun til 9 mió. kr.).
Henda gongd er sera ørkymlandi, og havast skal í huga, at hetta fíggjarlógaruppskot munnu flestu flokkar eiga lut í. CHE samgongan mundi gera meginpartin av uppskotinum, men ABC samgongan legði tað fram, eftir at tey hava havt møguleika at gjørt nakrar justeringar.
Allar súður er vónandi ikki syftar enn, tí nógvar broytingar plaga at henda í viðgerðini … so, kanska, og tó, so vænti eg tíverri, at broytingar fara at verða til øktar útreiðslur í hol heldur enn í gransking.