Grind, spik og Lívsins vatn – tubbakk og grønar keks
Loksins kom væntaða tilmælið, at grind ikki kann metast at verða egnað sum mannaføði. Onkur hevur kanska lyndi til at siga “ikki longur”, men hetta hevur verið støðan leingi.
Móttøkan er júst sum væntað, nevniliga at tað verður ikki tikið fyri fult.
Nógv verður sagt ímóti tilmælinum:
- Læknarnir sum koma við tilmælinum eru ikki óvildugir, tí Pál Weihe sjálvur hevur staðið fyri kanningunum.
- Tað má granskast meira.
- Kanningarúrslitið er ikki nóg eftirfarandi.
- Kanadiarar vita betur.
- Tað er onkur onnur frágreiðing enn grind.
- …
Onki um at betri er at vera fyrivarin enn eftirsnarin, um so er, at fólk halda at vísindaliga grundarlagið ikki er í lagi. Annars munnu fólk sum heild kortini hava tikið fyrru tilmælini til sín, og eta munandi minni av grind í dag í mun til fyrr, og barnakonur munnu gera líka nógv við at eta grind sum at smakka sær á.
Nógvir vansar eru nevndir at standast av at eta grind, og verður tilmælið um at grind ikki skal metast sum mannaføði m.a. grundað á nýggjar kanningar, sum vísa eitt samband millum hvussu nógva grind fólk hava etið og títtleikan av Parkinsonsjúku. Eisini verður víst á, at fólk við nógvum kyksilvur í kroppinum eru í størri vanda fyri at fáa hækkað blóðtrýst og æðrakálking í hálslívæðrum.
Atfinnandi røddir tykjast siga, at sambondini millum tal av grindadøgverðum og ymsu sjúkurnar ikki eru nóg væl kannað, og tað skal eg ikki taka dagar ímillum. Tað slepst tó ikki uttanum, at grind og spik í flestu førum innihalda fleiri ferðir tær nøgdir av umhvørviseitrum, sum EU góðtekur sum markvirði fyri mat, ið kann góðtakast sum mannaføði.
Eg havi ilt við at skilja, at bara hetta ikki er nóg mikið til at góðtaka, at grind ikki skal etast. At annar matur, t.d. pylsuvognsmatur, heldur ikki er heilsugóður, ger ikki grindina betri.
Bland millum tilmæli og forboð
Tað tykist sum fólk hava lyndi til at halda, at tí at eitt tilmæli um ikki at eta grind er komið, so er tað harvið bannað at eta grind. Nógv tilmæli hava verið, t.d. ikki at eta ov feitan mat, ikki at roykja, ikki at drekka, og ikki at eta søtmeti. Hóast hesi tilmæli, so eru hvørki tubbakk, Lívsins vatn, tálgalivur ella grønar keks bannað. Tað sum er hent, er heldur, at nú eru grind og spik bólkað saman við ósunnum vørum.
Í mun til markvirðið fyri nøgdina av kyksilvuri í matvørum verður í tilmælinum víst á, at vit kunnu loyva okkum at eta 3,5 gramm av tvøsti um dagin, t.e. 25 gramm um vikuna, og 100 gramm um mánaðin. Sostatt er tann turri tvøstbitin vit onkra veitslunátt sníkja uppá tallerkin helst ongin trupulleiki. Álvarsligari eru helst hini umhvørviseitrini, t.d. PCB og DDT, ið serliga húsast í spikinum, og sum als ikki skulu finnast í matvørum.
Spik og náti í sama pott
Landslæknin hevur sagt, at nátin helst fer at fáa sama stempul sum grindin: óegnaður til mannaføði. Eftir øllum at døma verður bara bíðað eftir kanningarúrslitum áðrenn eitt slíkt tilmæli kemur. Sjálvandi er tað harmiligt, tí náti er forkunnugur biti, men tað sum undrar mest er, at vit tykjast einans at øsa okkum um hvat vit kunnu stappa niður í grúkin, men ikki um hví havumhvørvið er vorðið so dálkað.
Líkasæla við altjóða sáttmálar
Tann dálking sum spillir okkara serføroyska mat er ein altjóða trupulleiki, og tí undrar tað ikki sørt, hvussu líkasæl vit eru við at taka undir við altjóða sáttmálum, sum júst eru ætlaðir at loysa slíkar trupulleikar. Ein tann kendasti sáttmálin er helst Kyoto-sáttmálin, sum føroyingar fyrst ikki vildu taka undir við, og tá vit so vildu gera tað, sluppu vit ikki, tí tað tókist sum um vit vildu sleppa at skriva undir, uttan at gera nøkur tiltøk – eins og vit plaga. Sjálvt um tað eru okkara serrættir, sum ikki eru etandi vegna dálking, so munnu føroyingar vera eitt tað mest ivandi fólkaslag tá tað ræður um at fyribyrgja dálking, bæði staðbundið hjá okkum sjálvum, og eisini við at luttaka í altjóða fyribyrgjandi tiltøkum.
Upplýsing heldur enn forboð
Fjølmiðlarnir hava nevnt, at ein væntað avleiðing tilmælinum um ikki at eta grind eigur at vera forboð fyri grindadrápi. Vónandi kemur tað ikki hartil, men vónandi finna fólk útav, at tað loysir seg ikki at drepa nakað sum ikki skal gagnnýtast.
Ágangurin uttanífrá at fáa føroyingar at gevast við at drepa grind hevur verið rættiliga stórur viðhvørt, men júst tí at umheimurin helt eyga við okkum blivu gjørdar fleiri tillagingar av drápinum. Ásannandi at nýggja tilmælið viðførir, at nógv minni grind skal etast enn higartil, hevði eitt hugskot kanska verið at roynt einans at taka ungar hvalir, ið sum kunnugt innihalda munandi minni av umhvørviseitrum enn gamlir hvalir. Umráðandi í hesum sambandi er, at restin av grindini verður rikin útaftur – tað kundi ið hvussu er bøtt munandi um umdømi føroyinga.
Eitt beinleiðis forboð fyri grindadrápi (og at taka náta) er ikki ein góð loysn, tí tað tekur ábyrgdina frá fólki, og tað er so nógvur annar vánaligur kostur, sum so eisini skuldi verið bannaður.
Fara vit í holtur við tað, so verður ikki leingi til eisini Lívsins vatn og annað rúsdrekka er bannað, saman við tubbakki. Og síðani mugu vit fara í holt við sukurvørurnar, bæði sodavatn, grønar keks fyri ikki um at tala allar køkurnar sum borðreitt verður við í bindiklubbunum.