Fjøllini hava fepur!

fjallafepurmatariSkulu vit fyrst finna og brenna alla olju á knøttinum, so er lítil vón fyri at halda væntaðu veðurlagsbroytingunum undir teimum 2°C, sum verður mett sum eitt vandamark. Tó borðreiddi løgmaður við teimum greiðu boðum, at Føroyar fara at minka um føroyska útlátið av vakstrarhúsgassum, samstundis sum vit skulu fara undir oljuvinnu. Hetta var á fundinum hjá Innlendismálaráðnum 19. mai, har kunnað varð um fyrireikingarnar til eina nýggja altjóða veðurlagsavtalu. Spurdur um landsstýrið hevði sett nakrar pengar av til at gera eina munandi minking, var svarið frá løgmanni greitt nei.

Vit vita, at oljan ikki varar í allar ævir, og eisini tí er neyðugt at finna alternativar orkumøguleikar. Oljan er vorðin munandi dýrari enn hon var fyrr, umframt at vit kunnu rokna við munandi sveiggjum í prísinum framyvir, og hetta er ein búskaparlig orsøk til at tað loysir seg at finna aðrar møguleikar. Hetta tykjast politikarar at skilja.

Føroyski hugburðurin tykist vera, at er nøkur olja í føroysku undirgrundini, so skal hon finnast og brúkast sum alt annað tilfeingi. Tíverri eru føroyingar ikki serliga dugnaligir at umsita nakað tilfeingi burðardygt, tað veri seg at duga sær hógv innan fiskiskap ella seyðahald. Alt skal troytast at ytsta marki, tá talan er um veiði; men tá veiðan er fingin til høldar, antin talan er um fisk ella seyð, so verður alt ov lítið fingið burtur úr hagreiðingini.

Enn hava vit so ikki funnið nakra olju, og tí er ilt at siga, um vit fara at duga at umsita ein møguligan oljugrunn betri, enn vit duga at umsita fiskigrunnar v.m. Eg haldi tó, at hetta er fullkomiliga skeiv gongd at fara. Veðurlagsbroytingarnar eru so álvarsligur táttur, at vit heldur áttu at samtykt, at møgulig olja í undirgrundini skal fáa frið. Politiskt er ljóðið, at vit skulu tálma útlátinum uttan at minka um búskaparligu framgongdina – hetta siga allir politikarar, føroyskir, kinverskir eins og amerikanskir.

Í Føroyum hevur frá politiskari síðu verið gremjan um, at ungdómurin og kvinnurnar ikki koma heim aftur, og at fólkatalið tí stagnerar ella minkar, og at hetta forðar fyri búskaparligari framgongd. Hetta er vandahugsan so tað munar, tí bert í mínari tíð er heimsins fólkatal vorðið dupult so stórt, og talið á fólkum er ikki longur burðardygt. Av røttum átti fólkatalið at verið hildið niðri av rovdjórum, sjúkum og annað, men tí hava vit klárað at skákað okkum undan. Nú er spurningurin, hvussu vit fara at klára næstu avbjóðingina, nevniliga veðurlagsbroytingarnar.

Sníkar, sjúka og Gaia
Fari at loyva mær at sammeta fólk við sníkar. Vit klára øll nakrar fáar lýs ella loppur. Tær geva helst nakað av skriða, men bert tey veikastu verða so niðurundirkomin av hesum sníkum, at tey gerast sjúk ella doyggja av teimum. Verri er við summum innvortis sníkum. Har kunnu eisini fólk sum eru væl fyri gerast sjúk og doyggja, og sjúkan byrjar ofta við, at vit fáa fepur. Hetta er eitt amboð hjá kroppinum, sum ger tað verri hjá sníkunum at klára seg, og er tí ein máti at sleppa av við teir.

James Lovelock hevur sammett jørðina við eina livandi veru, og hevur kallað hana Gaia. Trupulleikin hjá Gaiu er, at hon er við at gerast sjúk av tí stóra talinum av menniskjum og teirra virksemi. “Fjøllini hava fepur” sigur Jóannes Nielsen so beinrakið í yrking síni Fjøllini standa úti, og sum Orka hegnisliga framførir á síni nýggju fløgu. Politikarar siga: Búskapur fyrst

Vit hava fingið staðfest sjúkuna, men kunnu møguliga enn forða fyri, at hon verður heilt ring – men gera vit nakað? Nei, politiskt verður tosað um at bjálva almennar bygningar, og samstundis skulu vit fara undir oljuvinnu. Til ber ikki at seta vinnuni nøkur krøv – hóast vinnan biður um tað.

Umberingarnar eru serliga, at tað munar so lítið hvat vit gera, samstundis sum ásannað verður, at okkara útlát er millum heimsins størstu per íbúgva. Politisku grundgevingarnar fyri at vit nú skulu vera við, eru (frá heimasíðuni www.vedurlag.fo):

Skerja vit CO2 útlatið, skerja vit okkara oljunýtslu. Annars kunnu vit í framtíðini enda í einari støðu, har hækkandi oljuprísir skræða støði undan okkara búskapi og samfelag (Kaj Leo Johannesen).

Tað eru tvær kreppur, ið hótta heimin í dag. Tann eina er fíggjarkreppan, og hin er veðurlagsbroytingarnar. Vit skulu seta okkum sum mál at loysa báðar, tí við miðvísum og skynsomum politikki kann veðurlagsavbjóðingin nýtast sum eitt amboð til at koma burtur úr fíggjarkreppuni (Annika Olsen).

Føroyska oljunýtslan í sjálvum sær er púra uttan týdning í einum heimshøpi, men vit eiga at vísa ábyrgd. Vit skulu ikki ofra okkara vælferð á einum veðurlagsaltari, men tað gevur góða meining – bæði politiskt og búskaparliga – at skerja okkara oljunýtslu (Jørgen Niclasen).

Framtíðarkeyparin krevur burðardygd, og ein týðandi partur av metingini um burðardygd er støðan til útlát av vakstrarhúsgassum. Tað KOSTAR at minka um útlátið, men tað KOSTAR meiri at lata vera (Bill Justinussen).

Realistisk mál mugu setast, og avgerðir takast um, hvussu málini skulu røkkast – stuttskygt og langskygt. Neyvar strategiir eru púra avgerandi, skulu vit hava nakran møguleika at røkka málunum (Bjørt Samuelsen).

Ongin av omanfyri nevndu politikarum torir at siga, at vit skulu rokna við so stórum inntrivum, at tað fer at merkjast hjá hvørjum einstøkum borgara.

Náttúrukreftirnar eru øgiligar, og vit menniskju megna ikki at standa ímóti teimum. Longu nú síggjast avleiðingarnar í Afrika, og m.a. Italia hevur stórar trupulleikar av flóttarfólkum, og umstøðurnar í flóttarfólkalegunum í Italiu vórðu herfyri sammettar við tær hjá nasistunum. Tað eitur seg, at hetta eru fólk, sum flýggja undan kríggi, men tað sum ikki verður sagt serliga ofta er, at fólkasløgini berjast um atgongd til vatn! Fólkatalið veksur alsamt, samstundis sum óvanligur turkur herjar. So hvørt sum umstøðurnar versna kann roknast við at flóttafólkatalið fer at vaksa, og at tey fara at koma longur norður, um umstøðurnar eru betri her. Tað eru eisini slíkir trupulleikar vit skulu fyrihalda okkum til, og tí er av heilt egoistiskum orsøkum umráðandi at veðurlagsbroytingarnar verða so smáar sum gjørligt.

Føroyska útlátið er kanska ikki so stórt í sjálvum sær, men skuldi ein stór oljugoymsla ligið í føroysku undirgrundini, og vit senda hesa út á heimsmarknaðin, so kann ongin annar enn vit sjálvi ábyrgdast fyri hesa nøgd. Og brenna vit alla heimsins olju, so verður fepurin hjá Gaiu nógvur, munandi meira enn mannaættin tolir!

Tí skulu vit ongantíð ov skjótt gerast leys av oljuni – eisini um tað kostar í vælferð. Hetta er ikki eitt offur á veðurlagsaltarinum, men ein neyðugur táttur um lív skal vera lagað hjá komandi ættarliðum.

Viðmerkingar eru vælkomnar ;)

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.