The End of the Line

Nú verður væntað at tað verður brúkarin sum fer at hjálpa heimsins niðurpíndu fiskastovnum. Ið hvussu er verður arbeitt miðvíst fram ímóti at fáa brúkaran at krevja at fáa at vita, hvaðani fiskurin er, og um hann er úr einum burðardyggum stovni.

Ein táttur í hesi gongd er dokumentarurin “The End of the Line”, sum hevur frumsýning nú í juni mánað. Høvuðstrupulleikin er, sambært filminum, tann stóri yvirkapasiteturin hjá flotanum. Tað eru heilt einfalt ov nógvar bátar sum veiða ov fáar fiskar.

Í filminum verður gjørt upp við fatanina at havið er stórt, vakurt og ótømandi, samstundis sum víst verður á at tað ber til at hava burðardygga veiðu. Her verður víst til Ísland, sum tey halda hevur prógva, at tað ber til.

Í Íslandi hava tey – ella høvdu til fyri stuttum – ein sjáldsaman fiskimálaráðharra, sum lurtaði eftir fiskifrøðingunum. Tað var helst eisini lætt at gera í eini tíð tá landið jú livdi av bankavirksemi og ikki av tí sum havið gav. Vónandi fara tey ikki at broyta kós.

Hetta minnir meg um rokið í løgtinginum herfyri, tá táverandi fiskimálaráðharrin Torbjørn Jacobsen ætlaði at gera sum fiskifrøðingarnir mæltu til. Tað varð so dyggiliga felt í tinginum, og ásannast má, at Føroyar tíverri ikki verða mettar at hava burðardygga veiðu. Sera spell, tí tað hevði væl borið til, um ikki tingfólk (og serliga tingmenn) vóru sovorðnir ræðuskítar.

Síggj eitt brot úr filminum (trailari) her

Síggj umrøðu á BBC her

Viðmerkingar eru vælkomnar ;)