Rótin til fyribyrging av øllum illum

Onki er betri enn ein sterkur karrirættur – og eg meini ordiliga sterkur. Og tað ger tað ikki verri, at tað ikki bara smakkar væl, men at í karri er eitt evni, sum sigst kunna fyribyrgja bæði krabba, Alzheimers, demens, gikt og sukursjúku.

Talan er um evnið curcumin, sum er í gurkumeiu. Hetta er kryddurtin sum litar karry gult. Curcumin verður serliga útvunnið úr jarðlegginum.

Curcuma_longaGurkumeia smakkar ikki av nógvum sjálv, men tá karrirættir verða gjørdir verður altíð latið ein rúgva av øðrum kryddaríum í, serliga av chili, cayennupipar, paprika (søtt, miðal, sterkt), og so ymisk veikari sløg av kryddurtum, so sum kumman og koriandur.

Sambært Alzeimers felagsskapinum so hava tey kannað indarar og eru komin fram til, at tey fáa rættiliga sjáldan Alzeimers (http://news.bbc.co.uk/2/hi/health/8080630.stm).

Nú er tað so, at fyri at kunna prógva nakað vísindaliga, so skulu royndir gerast, men hesar royndir kunnu av etiskum orsøkum ikki gerast við fólki, og tí verða mýs og rottur brúktar til hesar kanningar. Tað vísir seg, at stórar nøgdir av curcumin kann fyribyrgja og minka um fyribrigdi, sum ávísar sjúkur elva, og tey hava funnið fram til, at curcumin kann drepa krabbakyknur (http://news.bbc.co.uk/2/hi/health/8328377.stm)

turmericMen treyðugt so, tað sum riggar í mýs og rottum, nýtist ikki eisini at rigga hjá menniskjum, og til munagóða viðgerð krevst at eta meira gurkumeia enn sjálvt ein “karrifreakur” klárar. Men uttan mun til, so hava tey (enn) ikki funnið fram til, at karri er skaðiligt, so eisini framyvir fari eg at njóta mínar sterku karrirættir. Favoritturin hjá mær er “indiskar lippur” við sterkum spinati.

Og annars haldi eg at heilsumálaráðið skal lata stuðul til at seta á stovn eitt “Indian Curry House”. Indiskir karrirættir kappast vanliga við pizza, búffar, pylsur og fisk og chips. Undrist faktist á, at ongin er farin í gongd við eitt slíkt, men kanska tað hevði verið tungt at fingið raksturin at koyrt, tí nógvir føroyingar krevja jú bara, at maturin smakkar av salti.

Um onkur hevur hug at lesa meira um gurkumeiu, so er eitt frálíkt norskt leinki her:

http://www.rolv.no/urtemedisin/medisinplanter/curc_lon.htm

NB. Í øllum hesum “populer”-leinkjunum eru leinki víðari til vísindaligu keldurnar.

Viðmerkingar eru vælkomnar ;)