Hvar rakst tú oljufýrið…

Veturin nærkast, og mín fiksi lítli reyði italienski oljufýrur sløknar í heilum. Royndi at minnast til, nær vit seinast høvdu eftirlit av oljufýrinum – vísti seg onkur hevði frámeldað tænastuna í 1994, so húsini, tá vit yvirtóku tey, ikki høvdu nakra tænastu. Løgið at man ikki varnast slíkt, men tað man vera tí at ongir trupulleikar hava verið, og at vit hava havt eftirlitsmenn gangandi á arbeiðsplássinum, og tí hildið at  so var árliga eftirlitið eisini gjørt heima. Soleiðis spælir klaverið ikki!

So at ringja til… hvønn er tað nú vit hava, Shell ella Esso? Tað er jú broytt, so tað er Statoil! – áh, nei,Effo. Men uttan mun til, tey vóru kvik á Effo, og sendu ein mann oman á Reyn at hyggja uppá oljufýrin. Tað fyrsta hann spyr um, er:

“Hvar hevur tú goymt oljufýrin?”

“Í kjallaranum!

“Og hvussu slepst niður í kjallaran, hevur tú eina hurð?”

“Jú, hon er beint har,” og peiki á kjallarahurðina niður úr køkinum.

Hann tykist tó ikki heilt nøgdur:

“Hevur tú ikki eina hurð uttanífrá?”

“Nei, bert eina lúku!”

Ná, so tekur hann seg saman og fer niður í kjallaran, og so letur í honum:

“Hetta er ein tann rúmligasti kjallarin eg havi verið í her úti.”

Og nústaðni skilti eg hví hann vildi sleppa inn gjøgnum hurðina uttanífrá: Hann roknaði við at skula niður í ein myrkan krúpikjallara gjøgnum ein lemm. At skula skotra seg í undirgrundini við eiturkoppum so stórir sum helikoptarar sveimandi undir loftinum.

– Eg má so siga, at tað var óført at onkur helt at mín kjallari er rúmligur. Í míni verð er hann fullur, bæði so og so. Vit hava fullan kjallara, fullan av óruddi.

Og dómurin: kondensatorurin er við at fara, og eykalutir fáast ikki til fiks reyð italiensk oljufýr keypt niðri í Vágsbotni í 1997, so væntandi mugu vit innan alt ov leingi fáa ein nýggjan brennara.

Viðmerkingar eru vælkomnar ;)