Miðal millum tey minni mentu

So hendi tað aftur: Pisa úrslitið varð almannakunngjørt. Staðfest varð aftur, at Føroyar ikki standa seg væl í hesi kanning, og at vit teljast millum tey í niðasta triðinginum.

Haldi annars, at vit hava lyndi at halda okkum hoyra til Evropa, og at sammeta okkum við OECD londini, men tað gongur ikki serliga væl. Um bert verður sammett við lesingina, so liggja vit næstniðast. Einans í Meksiko duga tey verri at lesa enn vit.

Miðaltalið fyri OECD-londini í lesing er 491 tá Føroyar eru taldar við. – Føroyar hava 436 stig.

Munandi betri standa vit okkum í mun til tey londini sum ikki hoyra til OECD, har halda vit okkum til miðal – miðaltalið í londunum uttanfyri OECD, íroknað Føroyar er 435 stig.

Hvat hetta merkir kann so hugleiðast um. Staðfestast kann tó, at uttanfyri OECD finna vit allar tær sonevndu bananrepublikkirnar, eins og bæði fyrrverandi og núverandi totaliterir statir.

Vænti at eins og hinar ferðirnar vit hava fingið PISA úrslit, so fer at koma róp í um at vit mugu raðfesta skúlan meira, og lata fleiri pengar til skúlan. OECD stendur fyri Organisation for Economic Co-operation and Development, og er eitt av endamálunum við kanningini at vita, hvussu nógv vit fáa fyri pengarnar. Har má so sigast, at Føroyar fáa minni fyri pengarnar enn onnur, tí vit gjalda so at siga líka nógv til skúlaverkið sum hini Norðurlondini, men liggja altso í botni.

Ein botnplasering sigur eisini nakað um kappingarførið hjá landinum, og harvið eisini um framtíðarútlitini.

Her mugu onnur stig takast, og hetta er umráðandi, ikki bara fyri komandi ættarlið, men eisini fyri okkum hálvgomlu, sum hugsaðu at vit skuldu vera okkara tíð av í hesum landi. Kemur ikki vend í, so verður tað ein fátækslig pensionistatilvera.

Viðmerkingar eru vælkomnar ;)