Ljós á málið ella kelduna?

Hugleiðingar um tøgnmentan

Gamalt var at pressan vardi sínar keldur, og út frá upplýsingum frá keldunum skrivaðu tey søguna. Hetta handverkið tykjast fjølmiðlarnir ikki at duga í dag, nú skulu tey bara endurgeva tað sum ein kelda sigur. Spurningurin er um hetta kemst av mentalum leti, ella um tøgnmentanin eisini hevur rakt føroysku fjølmiðlarnar.

Fjølmiðlarnir í Danmark viðgera í hesum døgum trupulleikan, at Danmark ikki hevur hildið ST ásetingina um statsleysar ungdómar, sum hava krav uppá at blíva statsborgarar í tí landi tey eru uppvaksin í, tá tey gerast 18 ára gomul. Hetta hevur danska integratiónsmálaráðið tilvitað hildið hánt um, og tað tykist sannlíkt at hetta fer at gera, at Birte Rønn Hornbech, ráðharri noyðist frá, eins og ábendingar eru um, at ein ríkisrættarsak verður reist.

Tað er tó als ikki hetta málið sum so, ið eg havi heft meg við, men heldur at fjølmiðlarnir vísa á, at ráðharrin hevur gjørt ímóti ráðum frá embætisfólkunum og harumframt heldur ikki hevur upplýst fólkatingið um trupulleikan. Hetta grunda fjølmiðlarnir á upplýsingar frá “ónevndum embætisfólkum”.

Síðani koma á heimasíðunum hjá fjølmiðlunum ein rúgva av viðmerkingum frá lesarum, har summir ilskast inn á, at til ber at brúka “ónevnd embætisfólk” sum keldu. Hetta síðsta ljóðar so kent, og fær meg at hugsa um eina grein í Atlantic Review har Brynhild Thomsen vildi hava fólk at traðka fram. Serliga eftirlýsti hon akademisku elituna og embætisfólkini. Svarið hjá Eyðuni Joensen um tøgnina hjá akademiskum fakfólki í Dimmu tann 23. februar var eisini sera viðkomandi í hesum sambandi, har hann m.a. vísti á, at tøgnin drepur hugin til dialog.

“Hvar er tann akademiska elitan í Føroyum? Hvar eru øll embætisfólkini í almenna kjakinum? Eru tey bangin, dirvisleys ella bara dovin.” (Brynhild Thomsen í Atlantic Review nr. 4/2010)

 

Viðgera ikki trupulleikan, men persónarnar

Fari at loyva mær at vísa á nøkur viðurskifti, sum kanska ikki øll geva sær far um. Fyri tað fyrsta, so eru sokallaða akademiska elitan og embætisfólkini rættiliga útsett, og verða ofta rakt av uppsøgnum. Harumframt hava flestu teirra hava skrivað undir tagnarskyldu, sum serliga fatar um persónsmál, og kunnu tí ikki úttala seg um stakmál. Hetta skuldi als ikki verið ein trupulleiki, men tað verður tað til, tá tað einasta sum fjølmiðlarnir tykjast hava áhuga fyri er júst mál um einstakar persónar.

Skuldi so onkur dittað sær at úttalað seg, so er skjótt at viðkomandi skal standa skúlarætt fyri leiðsluni um hvat viðkomandi billar sær inn, og víst verður bæði til tagnarskyldu og trúskaparskyldu. Tað er als ikki tí at leiðslan á stovninum er ódemokratisk at hetta hendir, men meira tí at leiðslan sjálv skal standa skúlarætt yvir fyri sínum hægra veldi. Helst er hetta orsøkin til, at tað so at siga bara eru stovnsleiðarar og politikarar sum úttala seg.

“…fólk sum Hermann Oskarsson, Páll Isholm, Eyðun Joensen og Jógvan Thomsen skuldu fingið virðisløn fyri teirra áhaldandi íkast til almenna kjakið og fakliga integritet. Tað er syrgiligt, at tey somu nøvnini ganga aftur og aftur innan fyri hvønn fakbólk…” (Brynhild Thomsen í Atlantic Review nr. 4/2010)

Hesin trupulleikin er als ikki nýggjur:

“Sjálvur var eg tá [í  60unum] so vónsvikin av tøgnini, at eg tá klækti ta lættisoppafilosofi, at liðugt belisin komu heim til slík feit størv og likamliga mettu, at blóðið setti frá heilanum og niður í búkin at melta átið, so at alt heila- og hugsunnarvirksemi dovnaði og durvaði burtur í berum mentalum leti og mettari líkasælu.

Onkur vælmeintur heimkomin undan mær ávaraði meg tó av egnum beiskum royndum um fyri alt í verðini at halda kjaft, skuldi eg hava ein livandi kjans í Føroyum. Men tí havi eg so sjálvur als ikki havt royndir av, tvørturímóti. ” (Eyðun Joensen í Dimmu nr. 38, 23. februar 2011)

Er tað soleiðis, at embætisfólk bróta nakra lóg við at úttala seg? Í flestu førum ikki, men t.d. málið um Jógvan Thomsen er eitt fínt dømi um at tey verða hótt við bæði einum og øðrum um tey ditta sær at siga nakað. Og tó situr hann enn, men helst bara tí at hann sum stjóri er so sjónligur. Ein nýklaktur akademikari í einum vanligum fulltrúastarvi er ikki líka sjónligur, og við smábørnum, lestrarskuld og húsaskuld upp um bæði oyru hevði viðkomandi helst stúrt fyri avleiðingunum og heldur valt at tagt.

Grannskoðaramálið tók eina vend, tí at Jógvan Thomsen valdi at úttala seg. Spurningurin er so, hvussu nógv onnur mál eru, sum ikki koma fram, tí at eingin alment vil siga frá.

Í Danmark er sum áður nevnt júst nú eitt mál har “ónevnd embætisfólk” eru keldan. Í 70unum var ofta tosað um rættin hjá pressuni at verja kelduna. Hetta verður júst gjørt við at tey ikki verða nevnd – men fyri tað veit fjølmiðlafólkið hvørji tey eru, og hevur sæð prógv fyri tí tey siga. Tað tykist sum farið er burtur frá hesum arbeiðshátti, ístaðin verður ljósið varpað á kelduna, og málið sjálvt kámast burtur.

 

Mikrofonhaldarí

Fjølmiðlarnir umbera seg við, at trupulleikin er av fíggjarligum slagi, fjølmiðlarnir hava ikki ráð at gera tær kanningar sum skulu til. Hetta kann so ongantíð vera annað enn ein spurningur um raðfesting. Ynskir kringvarpið at senda nógvar tímar við lættisoppatilfari, ella færri tímar við kunnandi tilfari. Ynskja bløðini at prenta nógvar síður, sum lesarin blaðar skjótt ígjøgnum, ella heldur at prenta færri síður, sum allar verða lisnar. Tíverri tykjast allir fjølmiðlarnir at raðfesta nøgd fram um góðsku, og sum part av hesi raðfesting at brúka sína figgjarligu orku uppá at fáa fólk at standa fram og gremja seg um líkt og ólíkt. Tað kann t.d. vera at tey eru uppsøgd av órøttum, at barnaverndin hevur tikið barnið frá teimum og aðrar ódámligar søgur, har fjølmiðlarnir heldur skuldu kannað hvat liggur aftanfyri málið og helst als ikki sagt frá nøvnum á persónum.

Tað tykist sum einastu persónar sum eru vardir móti at verða úthongdir í fjølmiðlunum eru fólk sum eru dømd fyri brotsverk. Ert tú uppsøgd, so kanst tú rokna við at verða nevnd við navni í tíðindasendingini í útvarpinum eftir at tey hava fingið alment innlit, men hevur tú skotið ein persón, so verður bert kyn og aldur nevnt.

Hetta slagið av journalistikki er júst tað sum ávísur bólkur í samfelagnum fær gagnnýtt, og tá serliga politikarar sum einki hava uppá hjarta. Teir skulu jú bert bíleggja eitt fjølmiðlafólk at koma at halda eini opnari mikrofon, so sleppa teir at siga sítt uttan at nakar tvørligur spurningur tekur seg upp, tí fjølmiðlafólkið er fullkomiliga ófyrireikað.

At fjølmiðlafólkini vilja ganga undir slíkar treytir er kanska av berum mentalum leti, sum Eyðun Joensen tekur til í síni grein, ella tí tey, eins og akademisku fakfólkini, kenna seg kroyst at tiga.

 

Tøgnmentan verjir óreglusemi

Onkuntíð var sagt, at tøgnin talar, men í hesum føri eri eg bangin fyri at hon heldur elur meira tøgn. Tað hava verið fleiri rumbulsmál í landsstýrinum, og til summi av teimum høvum hevur løgmansskrivstovan almannakunngjørt nøkur notat, sum hava verið rættiliga neyv. Millum annað fingu vit eina sera nágreiniliga lýsing av hendingunum í sambandi við tiltikna lásið í Tinganesi.

Embætisfólkini hava notatskyldu, so eg kundi hugsað mær at har finnast nógv onnur líka undirhaldandi notat, og at summi av hesum benda á óreglusemi av ymsum slagi.

Um fjølmiðlarnir tóku slík mál upp, við “ónevndum embætisfólkum” sum keldu, ivist eg onga løtu í, at leiðslurnar og politikararnir høvdu ansað munandi betri eftir. Tey høvdu tá vitað at alt kom fram.

Sjálvandi hevði hetta kravt nakað av ábyrgdarblaðstjóranum. Í teimum døgum, tá pressan vardi kelduna, hendi tað seg at ábyrgdarblaðstjórin fór í geglið.

Í dag er tað keldan sum skal í geglið.

Viðmerkingar eru vælkomnar ;)

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.