Dansandi soppar

Tað er ein rættiliga løgin kensla fara til eina sýning sum eg ikki havi ánilsi av hvat snýr seg um. Soleiðis var fyrrakvøldið, tá eg fór so beint frá arbeiði til eina dansisýning í Norðurlandahúsinum. Hevði bara fingið at vita, at hon var “heilt fantastisk”, og at tað átti eg at síggja. Ikki so frægt sum heitið á sýningini hevði eg fingið við.

Har sat eg so, og var bangin fyri als einki at fáa við, tá kulissurnar byrjaðu at koma fram. Fyrst var allur bakveggurin ein nærmynd av lavastreymi, og so vórðu spakuliga rullaðar nakrar soppakulissur inn. Og fyri at tað ikki skuldi vera lygn, so stóð enntá latínska navnið á soppinum á hvørjari kulissu. Helt at helst mundu tey ætla at siga okkurt við tí, so eg gjørdi ikki mætari enn at finna mær blokkin fram og skrivaði nøvnini niður.

Mycena pura

Fyrstur á pallin var Mycena pura – ein húgvusoppur sum ikki er skrásettur í Føroyum, men er heilt vanligur t..d. í Noregi. Er rættiliga lillalittur. Onkur sigur at hann er etandi, onnur siga at hann er eitrandi, og helst er hann sansahvørvandi.

Cortinarius alboviolaceus

Síðani kom Cortinarius alboviolaceus – ein ljósaviolettur slørhattur, sum heldur ikki er skrásettur í Føroyum, men sum finst um alt Skandinaviu, men er ikki serliga vanligur. Ivasamt um hann er etandi.

Ptychoverpa bohemica

Síðstur á byrjunarpallin var Ptychoverpa bohemica, ein falskur klokkumorkul, ið er etandi. Er sjáldsamur í Skandinaviu, er mest at finna í Finnlandi, og er ikki skrásettur í Føroyum.

 

Sjáldsamt at soppar sleppa við upp í part, so nú var at finna út av hvør søgan var við sansahvørvandi og møguliga eitrandi soppunum.

Aftaná sopparnar komu nakrir figurar inn sum eg fekk til úttrektar jakslar við rótini uppeftir. Undraðist á um dansarnir nú vóru í gongd við Karius og Baktus.

Síðani kom meira ferð á dansin, og mín tulking var at talan var um ein frensabardaga, ella okkurt sum líkist tí.

Nú kom niður úr lofti eitt lokkanet, og inn í lokkanetið trein ein svartur eiturkoppur, sum leikaði í. Og tá friður var av eiturkoppinum, sveimaði ein fluga runt á pallinum.

Nú kom ein hvalur á pall, men hvat – hann varð dripin. Helst var hetta so langt burtur, tí tey spældu við bátar á einum korti niðri við Góðvónarhøvda. Mundi hesin leikur vera eitt slag av mótmæli móti hvalaveiði? Og nú fór eg at halda, at her var ein boðskapur  beinleiðis til føroyingar eisini, tí nú kom ein dansari inn, pakkað í reytt við hvítum bondum – minti mest um Dannebrog.

Og so endaði leikurin við at rúmdarmenn komu á pallin, og teir drógu allar kulissurnar inn aftur, umframt eina nýggja: Ein annan sopp: Macrolepriota procera, ein framúr góður soppur til matna, sum ikki er skrásettur at vaksa í Føroyum, og tó ger tað: Inni í sjálvum Norðurlandahúsinum.

Heimafturkomin fór eg at kanna hvat tað var eg hevði verið og hugt at. Sýningin eitur “A safe place to die”. Korreografur Lotta Melin. Pallur Jan Håfström. Framførslan er inspirerað av søgunum hjá Jules Vernes. Mínar tulkingar eru helst ikki í samsvari við tað tilætlaða, og helst vóru rúmdarmenninir kavarar. Mundu tey meina, at sopparnir ímyndaðu deyðan, ella vóru tað sansahvørvingarnar, sum tey vildu lýsa? Uttan mun til, hatta var ein rimmar uppliving.

Macrolepiota procera

 

http://www.lottamelin.com/page42.html – Videoleinki og onnur kunning.

Sí eisini ummæli hjá Inger Smærup á Listinblog.

Viðmerkingar eru vælkomnar ;)

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.