Gagnligt og ítøkiligt valagn

Í hesum døgum reikar ein hópur av valevnum kring alt landið og lovar bæði eitt og annað. Tey flestu eru so sera samd um at vit skulu hava skattalættar, útbúgving, gransking, sjúkrahús… og niðurstøðan tykist vera, at fyri at røkka hesum so skulu vit líka fyrst økja um uttanlandsskuldina, møguliga tøma nakrar grunnar til onkur spekulativ átøk, og so um nøkur ár, so fer hetta at síggjast aftur, helst, kanska…

Soleiðis gongur høvuðsrákið, og ilt er at gera mun á flokkum. Teir eru allir eins, og eingi valevni tora at ganga ímóti hesum ráki. Vit veljarar fáa pappír og kort við lovorðum, og javnaðarflokkurin gevur reyðar rósur, júst sum javnaðarflokkurin í Danmark eisini ger.

Eitt valevni hjá Tjóðveldi hevur tó funnið uppá eitt heilt nýtt valagn, ella heldur valsalt. Olga Biskopstø, ið er kend fyri nógvar áhugaverdar verkætlanir, hevur í sambandi við valið gjørt hvannsalt. Smakkar framúr væl, og er ein heilt ítøkilig áminning á okkum um, at vit skulu virðismeta tað føroyska tilfeingið, samstundis sum vit gagnnýta tað burðardygt.

Olga Biskopstø hevur arbeitt nógv við fyribrigdinum slow-food, ið er ein rørsla ið gongur ímóti hópframleiðslu av liðugtgjørdum mati, serliga slíkur sum verður fluttur kring allan heim, men at matur helst skal gerast av staðbundnari vøru. Tí arbeiðir slow-food rørslan við at stuðla uppundir framleiðslu av bæði avgrøði og alidjórum ið hóska til staðbundna samfelagið.

Er tað nakað ið okkum føroyingum ikki trýtur, so er tað matvøra. Gerast vit sjálvstøðug, so er eingin vandi fyri at vit doyggja í hungri – men um illa vil til, so kanska vit ikki hava ráð at innflyta so nógv av ídnaðarmati. Tað hevði so bara verið til frama fyri føroysku fólkaheilsuna.

Viðmerkingar eru vælkomnar ;)