Eftirlønin hjá tær og mær rinda skattalættan hjá Fólkaflokkinum

Døpru forsøgnirnar um eitt gamlamannasamfelag í Føroyum um nøkur ár gerast uppaftur daprari av uppskotinum hjá Fólkaflokkinum um at skatta eftirlønargjaldið nú, tí hvør skal gjalda til samfelagið tá flestu borgarar landsins eru pensionistar, ið ikki rinda skatt av síni eftirløn?

Fólkaflokkurin roynir seg nú við einum uppskoti um flatskatt. Ljóðar jú tølandi, tí hvør vil ikki rinda minni skatt – men hvørjar broytingar ætlar Fólkaflokkurin at fremja, fyri at fíggja hetta? Tey vilja vera við, at tað eru ikki tey lægst løntu, sum skulu gjalda. Samstundis ger Samtak vart við, at láglønti løntakarin fær 500 kr. meira um mánaðin, meðan tann sum forvinnur eina millión fær góðar 10.000 kr. meira um mánaðin í sín part.

So kann onkur siga, at soleingi at øll fáa ein lætta, so má heldur tað galda, at eingin fer væl av at annar fer illa, og tí skulu vit unna millióninginum tær krónurnar hann fær eyka. Men onkustaðni skulu hesar krónurnar koma frá.

Havi roynt at spælt mær við tølum ið eru at finna á heimasíðuni hjá Hagstovuni, og sambært tí sum eg dugi at rokna meg fram til, so kann roknistykkið hjá Fólkaflokkinum hanga saman, um ongin botnfrádráttur – og heldur ongin annar frádráttur – verður latin. Sostatt skulu øll gjalda 40% í skatti av hvørji krónu, eisini tí fyrstu. Skal als ikki siga, at hetta ikki hevði verið ein lætti, tí skattaskipanin vit hava krevur ábøtur. Til dømis veitst tú ikki neyvt hvussu nógv tú hevur til taks hvønn mánaða, og ein eykainntøka ávirkar skattaútrokningina í fleiri mánaðir. Í so máta vildi eg fegin havt flatskatt, ella ið hvussu so er eina munandi meira gjøgnumskygda skattaskipan.

Á valfundi hjá Dimmalætting nevndi Jørgen Niclasen møguleikan at fara at skatta eftirlønirnar NÚ. Eitt stuttskygdur løtuvinningur, við álvarsligum avleiðingum fyri framtíðar pensjónistar.

Men aftur til uppskotið hjá Fólkaflokkinum. Tey ætla ikki at taka frádráttir burtur, men tvørturímóti at hækka botnfrádráttin upp í 60.000 kr. Við hesum tillagingum vænta tey at flatskatturin (á 40%) fer at minka um inntøkur landskassan við 235 mió. kr. Havi ikki sæð útrokningarnar, so eingin møguleiki er at eftirkanna, um hetta tal er rætt.

Henda fjórðings milliardin skal rindast við at fara eftir eftirlønini hjá tær og mær. Ætlaði pensjónsreformurin skal jú tryggja, at øll so við og við fara at fáa 15% í eftirløn. Sum er, so verður henda upphædd sett í pensjónsgrunn, sum roynir at fáa sum mest burtur úr hesum pengum til gagns fyri tann sum eigur peningin, t.v.s. meg, og so skal eg rinda skatt av pengunum, so hvørt eg – tá eg eri farin frá við eftirløn – fái eftirløn útgoldna.

Nú ætlar Fólkaflokkurin at skatta pengarnar, áðrenn teir fara í pensjónsgrunnin. Hetta fer so at geva hesum pensjónsgrunnum minni pening at arbeiða við, og kann tað væl fara at síggjast í samfelagsvirkseminum, tí mær vitandi hava Lív og Tryggingarfelagið fíggjað bæði føroyskt vinnulív og kommunur. Møguliga verður avleiðingin eisini ein minni eftirløn til mín, tí upphæddin sum kundi forrentast er minni. Ikki víst, men kanska.

Eg rokni við, at Fólkaflokkurin ætlar, at eg skal fáa eitt skattafrítt útgjald tá eg fari frá við eftirløn, og at útgjaldið skal svara til tað sum eg annars hevði fingið útgoldið eftir skatt við verandi skipan. Her liggur so avgjørt ein stórur vandi, tí forsøgnirnar fyri hvussu aldursbýtið verður í samfelagnum komandi árini benda á, at tað verða fleiri pensjonistar enn nú. Møguliga verða bert 2 fólk í arbeiðsførum aldri fyri hvønn pensjonist í mun til 4 arbeiðsfør fólk í dag. Um tað bert eru hesi 2 fólkini ið skulu rinda skatt bæði fyri egnan tørv og tørv pensjonistanna, so vænti eg ikki, at t.d. eitt skattafíggjað sjúkrahúsverk verður partur av samfelagnum, tá eg verið gomul. Eisini munnu nógvar aðrar vælferðartænastur verða strikaðar.

Dugi ikki at síggja tað øðrvísi enn so, at Fólkaflokkurin ynskir at brúka pengarnar nú, uttan yvirhøvur at hugsa um avleiðingarnar. Verður handa skipanin sett í verk, so síggi eg fyri mær eitt samfelag, har eldrabyrðan verður øgilig, og at vit sum tá eru gomul, mugu brúka okkara eftirløn til at rinda fyri tænastur, sum í dag verða hildnar at vera sjálvsagdar, so sum heilsuverk og heimahjálp. Harumframt verður skattainntøkan hjá landinum eisini so avmarkað, at tað helst eisini fer at ganga yvir nógvar aðrar í dag so sjálvsagdar samfelagstænastur, so sum barnaansing og skúlaverkið.

Vónandi er tað ikki eitt slíkt samfelag sum Fólkaflokkurin ynskir. Eg ynski tað ikki!

Rigmor bjóðaði umframt reyðar rósur eisini skattalætta - og um ikki annað, so er hennara skattalætti munandi meira dámligur enn tann hjá Fólkaflokkinum

 

Viðmerkingar eru vælkomnar ;)