70 havhestar, harav 12 til kanningar á Læraraskúlanum
Sambært Norðlýsinum er tað eitt sindur bygdasligt at fleyga havhest. Rætt skal vera rætt, tað eru helst fáir ungdómar í Havnini sum regluliga ganga á veiði – møguleikarnir til tess eru helst betri á bygd, við teirri avleiðing, at ungdómar í Havn helst vita munandi minni um náttúruviðurskifti enn tey á bygd.
Tó kunnu ungdómar í Havn fáa ágóðan av virkseminum á bygd, og er søgan í Norðlýsinum (13. mai 2012) eitt frálíkt dømi um hetta.
Í samrøðuni við Norðlýsið greiða tveir unglingar av Viðareiði m.a. frá, at teir henda eina dagin fingu 70 havhestar, og at 12 av hesum skulu brúkast til kanningar á Læraraskúlanum. Tað sum skal kannast er, hvat havhestarnir eta. Hetta verður gjørt við at skera magan upp og hyggja hvat er í. Samstundis verður hugt eftir, um havhestarnir hava etið plastik.
Plastik sum liggur og sløðist í náttúruni er ein stórur bági, og serliga hevur tað víst seg at havhestur verður raktur av hesum. Fuglurin kann hava fullan maga av plastikki, og er av tí sama illa fyri.
Tey sum skulu kanna havhestin, eru læraralesandi í lívfrøði.