Æðuvík í Aberdeen

Æðuvík í Aberdeen

Æðuvík í Aberdeen

Jólast og pyntast er ikki serføroyskt, tó at vit gera rættiliga nógv burturúr. Eg havi altíð hildið, at bretar gera nógv burtur úr elektriskum ljósum í vindeygunum, ið hvussu er munandi meira enn føroyingar. Hetta var ið hvussu er mín fatan tá eg búði í York. Kanska eru skotskir og enskir siðir ikki teir somu, tí í Aberdeen eru fá ljós at síggja í privatum húsum – ein onnur orsøk til tey fáu ljósini kann sjálvandi vera at tey eru farin av móta, ella at fólk hava tikið til eftirtektar áheitanirnar um at brúka sum minst av óneyðugari orku vegna koltvísúrnisútlát.
Men sjálvandi eru undantøk, og á myndini sæst eitt lýsandi dømi um “Æðuvík í Aberdeen”.

Update, 10. jan. 2011: Helt aftur nýggjár í Aberdeen hetta ársskiftið, og mín sann um ikki somu hús eru pyntað á júst sama hátt enn. Okkurt bendir á, at tey ikki taka ljósini niður  millum jólini, men einans sløkkja. Tað rokni eg ikki við hevði hent í Føroyum. Hvørt tað er tí fólk eru bangin fyri at vindur fer við prýðinum, ella tí at fólk vænta at fáa onkra skemtiliga viðmerking skal vera ósagt.

Viðmerkingar eru vælkomnar ;)

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.