Annar heimsbardagi á alljósum degi

Vaknaði við sirenum, hátalaravagnum og bláum ljósum – og skilti so mikið, at okkurt álvarsligt var á vási, men hvat hevði eg onga hóming av, tí ávaringarnar vóru á pólskum. Løgreglan koyrdi runt og runt – og har stóð eg, og visti ikki um boðini vóru, at eg skuldi vera inni, ella um eg skuldi rýma av húsum.

Royndi at hyggja eftir hvussu fólkini í bygninginum yvirav fyrihildu sær, men tey tóktust líka býtt sum eg. Rokilsið byrjaði kl. 9, og kl. 11 fór ein loftávaring í gongd. Nú var heilt óunniligt – hvat var á vási?

Loftbumban í ánni Oder vigaði eitt tons, og hevði uml. 540 kg av spreingievni.
Loftbumban í ánni Oder vigaði eitt tons, og hevði uml. 540 kg av spreingievni.

Stødd í Póllandi, ið so mangan hevur ligið ímillum tá kríggj hava herjað, fekk loftlúðurin meg at hugsa um hvørt landið var álopið, og vit skuldu leita okkum í okkurt skýli. Men bíða nú, eingin orsøk til panikk, fyrr enn Google hevur váttað kreppustøðuna – har var to einki at finna – ið hvussu so er ikki, so leingi leitorðini vóru á enskum.

So var farið inn á býarheimasíðuna, og við týðaranum hjá Google varð gátan loyst: Tey høvdu funnið eina ósprongda bumbu uppá eitt tons, við uml. 540 kg av spreingievni. Komið varð fram á bumbuna mikudagin. Hon lá í ánni Oder, sum rennur mitt ígjøgnum býin, og varð hon mett at vera sera vandamikil. Á heimasíðuni varð eisini boðað frá, at evakueringin byrjaði kl. 9, og kl. 11 fór loftávaring at ljóða í ein minutt. Hetta var fráboðan um, at nú varð farið undir arbeiðið at flyta bumbuna, og so skuldi koma nýggjur loftlúður tá arbeiðið varð liðugt, eisini í ein minutt.

Tey, sum ikki høvdu aðrastaðni at fara, kundu fara á ein skúla at bíða, har var upprættað eitt slag av kreppumiðstøð. Ein ábending um hvussu álvarsligt býarmyndugleikarnir mettu støðuna er, at á skúlanum vórðu bæði sjúkrasystrar, sálarfrøðingar og læknar.

Í morgun, sunnumorgun, varð so farið undir at flyta bumbuna burtur. Sunnumorgun varð helst valt, tí stórur partur av miðbýnum skuldi evakuerast, og øll ferðsla steðgast. Umframt at evakuera tey sum búgva tættast, so var eisini eitt trygdarøkið rundanum, har fólk bert sluppu ein vegin, og tað var burturfrá. Løgreglufólk stóðu beint uttanfyri har vit búleikast og ansaðu eftir at fólk ikki gingu oman í vandaøkið.

Løgregla, sløkkilið og herurin arbeiddu saman um at fáa bumbuna upp, og út úr býnum.

Tá bumban varð kannað vísti tað seg, at hon var týsk. Hetta høvdu tey ikki væntað. Bumban lá beint uttan fyri tollstovuna, hvørt týskarar hava ætlað at sloppið sær av við tollmyndugleikarnar meldar søgan einki um.

Leinki til filmsbrot við bumbuni í ánni Oder.

Viðmerkingar eru vælkomnar ;)