Tað hjálpir at treiskast!

Stórskýggjarnir sóust betri enn elasmáu tónleikararnir langt har frammi.
Stórskýggjarnir sóust betri enn elasmáu tónleikararnir langt har frammi.

Havi verið til Rolling Stones konsert í Hyde Park. Synd at siga at tað var eg sum fekk hugskotið, tí eg havi ongantíð lurtað serliga nógv eftir Rolling Stones. Eg lurtaði eftir øðrum bólkum, so sum The Who, Deep Purple, Strawbs v.m.

Treyðugt so, havi ikki nakað ímóti Rolling Stones, og havi hoyrt rættiliga nógv av teimum, tí at onkur annar í húsinum dámar teir væl. Og lagt varð hart út at útvega atgongumerkir til 50 ára hátíðarhaldið hjá orkestrinum.

Atgongumerkjasølan fór í gongd kl. 9 ein morgunin tíðliga mars mánaði, so tað var at sita klárur at keypa. Men gakk, har var alt útselt beinanvegin, uttan at tað eydnaðist at sleppa framat. Og orðini hjá Rolling Stones byrjaðu at spæla innantanna:

“You can’t always get what you want….”

Tað er tó ikki altíð at tað loysir seg at gevast á hondum, og seinni sama dag eydnaðist at fáa atgongumerki – helst hevur skipanin ikki megnað at halda skil á øllum bíleggingunum og hevur av órøttum kunngjørt at alt var útselt. So jú, helst er tað so at tú ikki altíð kanst fáa tað tú vilt hava, men tað hjálpir at treiskast – so fært tú oftari tað tú vilt hava.

Allar súður vóru tó ikki syftar enn, tí enn vantaði at fáa atgongumerkini. Tey skuldu sendast við posti – men komu ikki fram. Eftir nakað av samskifti við fyriskipararnar varð so avrátt, at vit kundu avheinta atgongumerkini uttanfyri konsertøkið. Onki problem – ikki fyrr enn vit skuldu inn á økið, tí tá vildi avlesarin ikki góðtaka okkara atgongumerki – helst tí at tey eru prentað út tvær ferðir. Aftur nakað av samskifti, áðrenn vit sluppu ígjøgnum, inn til pantomine-skógin, har konsertin skuldi vera seinni um kvøldið.

Dýrdarveður var, so tað var bara at fara inn at njóta veðrið og koma í stemning til um kvøldið.

John til reiðar at lurta eftir Rolling Stones um nakrar tímar
John til reiðar at lurta eftir Rolling Stones um nakrar tímar

“Tú verður ikki feitur av at spæla í Rolling Stones”

Miðalaldurin á orkestrinum er 69 ár, men tað høvdu teir heilt skilligt lagt seg eftir ikki skuldi ávirka framførsluna. Har var orka, og har var megi – og týðiligt var, at menninir eru kropsliga sera væl fyri.

Umhugsaðu um vit skuldu troka okkum longur fram móti pallinum, men valdu at vera verðandi úti á vøllinum, umringað av eitt sindur eldri fólki sum høvdu verið til fyrstu konsertina hjá Rolling Stones í Hyde Park fyri 44 árum síðani. Stórskýggjar gjørdu at vit sóu væl, og ljóðgóðskan var framúr har vit stóðu.

Løgini vóru øll gamlir kenningar, og endabresturin var – sjálvandi – Satisfaction. Og fólk vóru nøgd – eisini eg, sum als ikki hevði hugsað at farið til hesa forkunnugu konsertina.

One Response to "Tað hjálpir at treiskast!"

  1. Erla Í Brekkustovu   July 14, 2013 at 21:40

    Roynd við viðmerkingum

Viðmerkingar eru vælkomnar ;)