USA umhugsar klima-verjutoll

USA umhugsar at áleggja toll á vørur frá londum sum ikki royna at minka um teirra koltvísúrnis útlát. Hetta er serliga fyri at verja amerikanska ídnaðin, sigur amerikanski orkumálaráðharrin, Steven Chu, tí uttan hesi avgjøld fáa amerikanskar fyritøkur illa kappast við fyritøkur í Kina og India.

Barack Obama hevur sett sær fyri at minka um koltvísúrnis útlátið við 80% í 2050. Hann stuðlar eini kvotaskipan, har fyritøkur kunnu selja og keypa “dálkingar-loyvi”.

Sambært Steven Chu, so verður tó framvegis vónað, at øll lond fara at leggja kostnaðin av útlátinum í eina slíka kvotaskipan, men um okkurt land ikki ger tað, er neyðugt at seta tiltøk í verk, so sum at áseta verjutoll.

Lesið greinina hjá Ayesha Rascoe frá Reuters

Viðmerkingar eru vælkomnar ;)