Um eg var eitt valevni, so høvdu hesi verið míni persónligu vallyfti
Granskingargrunnurin skal nú beinanvegin hava dupulta játtan, soleiðis at vit hava 14 mill. kr. á hvørjum ári at granska fyri, heldur enn knappar 7 mill. Seinasta samgongan lækkaði játtanina! Vit mugu finna útvegir fyri at fáa nýggju sløgini av heilivági frá øðrum londum, t.d. Noregi ella Bretlandi, ístaðin fyri úr Danmørk, har tey eftir øllum […]
Broytingin frá líkasælu til tilvitaða undirtøku av grindadrápi
Tað kom fyri viðhvørt at vit høvdu grind og spik til døgverða tá eg var barn í sekstiárunum. Hendingaferð, tí heima hjá okkum var eingin sum fór í grind. So helst hava vit allan mín barndóm hildið okkum væl niðanfyri tær tilmælingar, sum heilsumyndugleikarnir komu við eftir at kanningar av heilum árgangum av føroyskum børnum […]
Kom syngjandi til vitan

Fyrilestur hildin á Býarbókasavninum á Mentanarnáttini 2015 “Norðurlond eru farin í holt við eina verkætlan, har øðrvísi undirvísingarhættir verða royndir. Dentur verður lagdur á tvørfakligt samstarv, og samstundis sum kreativitetur verður settur í hásæti, verður strembað eftir, at hvør einstakur mennir sínar førleikar. Verkætlanin er grundað á sangappirnar Biophilia hjá íslendsku songkvinnuni Björk.” Soleiðis […]
Mótmæli og broytingaruppskot

Mótmæli av ætlaðu byggisamtyktini fyri útbygging av Skansabryggjuni og eystara havnaøki Broytingaruppskot: Byggið eina “landshavn” uttanfyri bygt øki onkustaðni í miðstaðarøkinum – eftir leistinum við Gomlu Rætt. Punkt 1 – Eitt risaídnaðarøki kroystast inn í miðbýin Ætlanirnar eru ikki bert at hava eina lokalhavn fyri Tórshavn/Føroyar, men fyri alt Norðuratlantshav. Hetta ynski er m.a. […]
Marknaðarlagað og fjølbroytt útbúgving

Tíðarrákið er, at útbúgvingar gerast alsamt meira marknaðarlagaðar, men hvørjar eru avleiðingarnar av rákinum fyri einstaklingar, útbúgvingarverk, og stovnar í Norðurlondum var høvuðsspurningurin á granskingarráðstevnu innan útbúgving í Göteborg. Frágreiðing frá NERA 2015 ráðstevnu NERA stendur fyri Nordic Educational Research Assosiation, og skipar fyri ráðstevnu eina ferð um árið. Ráðstevnan skiftir millum norðurlendsku londini – […]
Bábilsk rótaheiti
Er kálrabi ein rót ella kál – ella turnips – ella kálrót? Í sambandi við sólarmyrkingina høvdu vit vitjan av nøkrum vinfólkum úr Italia. Slík vitjan fevnir um nógv, útferðir, savnsvitjanir, men so sanniliga eisini matur. Tað vísti seg at tey høvdu sera stóran áhuga í at royna føroyskan mat, bæði grind, spik, skerpikjøt, rullupylsu […]
Soppar alneyðugir og fjølbroyttir skrellimenn

Fyrilestur hildin á vísindavøku 26. september 2014 Góðan dagin – Eg eiti Erla Olsen, eri lívfrøðingur og eg arbeiði á Námsvísindadeildini. Eg fari nú tað komandi korterið at siga eitt sindur um soppar. Vanliga, tá eg fari í holt við hetta evnið, so plagi eg at spyrja, hvat áhoyrararnir hugsa tá teir hoyra orðið soppur. […]
Merkið í húnar hátt í skotskari sjálvstýrisskrúðgongu

Fólkaatkvøðuaftan varð skipað fyri altjóða skrúðgongu í Edinburgh, har heitt var á fólk um at hava teirra fløgg við. Nógv fólk luttóku. Fyri okkum var tað rættiliga løgið, at ongin helt talu, men tað tykist óneyðugt at brúka orku uppá talur, tí tey fólk sum komu til hesa gonguna vóru øll fyri sjálvstýri, og nýtast […]
Ein einfaldur spurningur

Skal Skotland gerast sjálvstøðugt land – ja / nei! Ein einfaldur spurningur við einum einføldum svari. Sjálvandi JA! – Og hóast veljarakanningar siga, at tað liggur sera javnt, so rokna fólk við at tað verður eitt ja. Nógv fólk hava broytt hugsan seinastu mánaðirnar – men tað eru tey ivandi og tey sum siga nei […]
Ein Kolturssøga um seyðabit

Heima hjá okkum er eitt fyribrigdi sum eitur “Koltursmyndir”. Hetta eru landslagsmyndir tiknar við fototóli, og sum helst svara rættiliga væl til tað, sum innan málningar á donskum verður nevnt “sofastykki” – endamálið er at fanga okkurt ljós- ella veðurfyribrigdi, ella kanska bert at lýsa eitt vakurt landslag, men ikki at lýsa fólk ella hendingar. […]