Mær tørvar 2 jørðir, tørvar tær 3?

talavjordumVit hava bert eina jørð, men um øll livdu sum vit, so skuldu tríggjar jørðir til at húsa og føða allar heimsins borgarar. Hetta sæst við at brúka forritið “Ecological footprint”. Hetta forrit staðfestir eisini, at støðan sum heild er alt annað enn góð, tí nýtslan í dag krevur hálvaaðru jørð. Hetta merkir, at vit ikki brúka jørðina burðardygt, men eru í ferð við at brúka stovnar og keldur í ein mun sum hevur við sær, at stovnarnir týnast, og keldurnar tømast.

Nú royndi eg at máta hvussu mín egna vistfrøðiliga slóð er, og vísti tað seg at eg brúki munandi minni enn miðal danin ella bretin. Men framvegis, mín nýtsla krevur 2 jørðir, so eisini her krevst bati.

Miðal heimsborgarin krevur 1,5 jørðir

Mín nýtsla krevur 2 jørðir

Nýtslan hjá bretum krevur 3 jørðir

Nýtslan hjá dønum krevur 3,3 jørðir

Ofta sæst ein uppgerð yvir hvussu stór kolevnaslóðin (carbon footprint) er. Tað verður eisini roknað út við vistfrøðiligu slóðini, og vísir tað nakað tað sama mynstur sum talið av jørðum.

kolevnaslodin

Við vistfrøðiligu slóðini verður nýtslan eisini útroknað meira útgreinað, og vísir grafurin niðanfyri, at orsøkin til at mín nýtsla ikki krevur líka nógv sum miðal nýtslan hjá dønum og bretum, er at eg búgvi í einum smáum, gomul húsum, og havi lagt dent á at varðveita so nógv sum møguligt av tí gamla tilfarinum.

maturslodinEg brúki nakað tað sama sum miðal heimsborgarin uppá bústað, men eti nakað meir av “krevjandi” mati enn miðal heimsborgarin. Av vørum og tænastum brúki eg nakað tað sama sum miðal danin ella bretin.

Eg haldi hetta er eitt rættiliga forvitnisligt úrslit, og tað vísir heilt greitt at til ber at gera ábøtur – eitt stig á leiðini kundi verið at etið munandi minni av kjøti, helst vegan. Men tað er ikki so lætt at hava eitt sosialt lív í Føroyum uttan kjøt, tíverri – eg havi roynt.

Tað hevði verið áhugavert at frætt hvør vistfrøðiliga slóðin hjá øðrum er. Lat meg frætta, kanska vit so kundu fingið eitt miðaltal fyri Føroyar eisini. Tit kunnu eisini finna eitt leinki til vistfrøðiligu slóðina inni á heimasíðuni hjá Gramar (www.gramar.fo), tað er kanska lættari at minnast.

Viðmerkingar eru vælkomnar ;)