At fóðra smyrlar

Frægd er at geva fuglunum tá kavi er, men onkursvegna verður bara hugsað um at geva fuglum so sum starum, kvørkveggjum, gráspurvum og óðinshanum breyð og havragrýn. Hesir fuglar eru fastir gestir, og tykjast onkuntíð eitt sindur bilsnir, um onki er at fáa. Í dag kom tó ein nýggjur gestur, og hann hevði ikki áhuga í hvørki breyði ella havragrýnum, men tók ein stara. Tað var eitt øgiligt hvin og eymkan, og har sat ein smyril oman á einum stara, sum royndi at sprella nakað. So skjótt sum starin lá stillur fór smyrilin avstað, við staranum. Og eg? Eg fór eftir fototólinum. Var ov seint at fáa stillað fototólið inn […]

Ljós á málið ella kelduna?

Gamalt var at pressan vardi sínar keldur, og út frá upplýsingum frá keldunum skrivaðu tey søguna. Hetta handverkið tykjast fjølmiðlarnir ikki at duga í dag, nú skulu tey bara endurgeva tað sum ein kelda sigur. Spurningurin er um hetta kemst av mentalum leti, ella um tøgnmentanin eisini hevur rakt føroysku fjølmiðlarnar.

Náttúrunnar sniðendurnýtsla

– ella spælifilmurin um Paul Watson, sum als ikki hevði brúk fyri Paul Watson Ofta havi eg hoyrt sagt, at tað loysir seg ikki at uppfinna tann djúpa tallerkin ella hjólið eina ferð afturat, og nakað er um tað. Rendi meg í hesa myndina í sambandi við ein franskan film við myndum frá havins botni. Helt fyrst at hon var ein fantasimynd, men so er ikki. Jacques Cluzard og Jacques Perrin hava í meira enn 4 ár tikið upp myndir frá havins botni, og hava sett hetta saman til ein film, sum verður frumvístur í hesum døgum. Hann eitur Oceans. Upprunaliga var ætlanin at hetta skuldi vera eina spælifilmur um […]

PISA – eitt amboð hjá myndugleikum

Vit mugu vita, hvat vit skulu brúka PISA til og hvussu. Framvegis hoyrast røddir í Føroyum, ið siga seg hava lítið álit á PISA og tí, sum PISA stendur fyri. Tíverri má sigast, at hetta byggir á júst tann forbarmandi óvitinskap, sum vit í Føroyum eru so begávaði við. PISA kann ikki samanberast við aðrar kanningar, ið so hissini verða gjørdar, bæði vísindaligar og fólksligar, og sum í mun til PISA, geva okkara kæra ungdómi betri skotsmál í ávísum førleikum – eitt nú stílskriving á enskum – enn sjálvt tey bestu PISA-londini megna at røkka. PISA er ein skipan, ið leggur seg eftir at døma lond á einum javnsettum grundarlag, […]

Miðal millum tey minni mentu

So hendi tað aftur: Pisa úrslitið varð almannakunngjørt. Staðfest varð aftur, at Føroyar ikki standa seg væl í hesi kanning, og at vit teljast millum tey í niðasta triðinginum. Haldi annars, at vit hava lyndi at halda okkum hoyra til Evropa, og at sammeta okkum við OECD londini, men tað gongur ikki serliga væl. Um bert verður sammett við lesingina, so liggja vit næstniðast. Einans í Meksiko duga tey verri at lesa enn vit. Miðaltalið fyri OECD-londini í lesing er 491 tá Føroyar eru taldar við. – Føroyar hava 436 stig. Munandi betri standa vit okkum í mun til tey londini sum ikki hoyra til OECD, har halda vit okkum […]

Hvar rakst tú oljufýrið…

Veturin nærkast, og mín fiksi lítli reyði italienski oljufýrur sløknar í heilum. Royndi at minnast til, nær vit seinast høvdu eftirlit av oljufýrinum – vísti seg onkur hevði frámeldað tænastuna í 1994, so húsini, tá vit yvirtóku tey, ikki høvdu nakra tænastu. Løgið at man ikki varnast slíkt, men tað man vera tí at ongir trupulleikar hava verið, og at vit hava havt eftirlitsmenn gangandi á arbeiðsplássinum, og tí hildið at  so var árliga eftirlitið eisini gjørt heima. Soleiðis spælir klaverið ikki! So at ringja til… hvønn er tað nú vit hava, Shell ella Esso? Tað er jú broytt, so tað er Statoil! – áh, nei,Effo. Men uttan mun til, […]

Rótin til fyribyrging av øllum illum

Onki er betri enn ein sterkur karrirættur – og eg meini ordiliga sterkur. Og tað ger tað ikki verri, at tað ikki bara smakkar væl, men at í karri er eitt evni, sum sigst kunna fyribyrgja bæði krabba, Alzheimers, demens, gikt og sukursjúku. Talan er um evnið curcumin, sum er í gurkumeiu. Hetta er kryddurtin sum litar karry gult. Curcumin verður serliga útvunnið úr jarðlegginum. Gurkumeia smakkar ikki av nógvum sjálv, men tá karrirættir verða gjørdir verður altíð latið ein rúgva av øðrum kryddaríum í, serliga av chili, cayennupipar, paprika (søtt, miðal, sterkt), og so ymisk veikari sløg av kryddurtum, so sum kumman og koriandur. Sambært Alzeimers felagsskapinum so hava […]